Liðfelagarnir hjá Áka brendu trý brotsspørk í norsku steypakappingini

Ranheim reyk út aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping

Steypaævintýrið er av hjá Áka D. Samuelsen og liðfeløgunum í Ranheim.

 

Í kvøld hevði Ranheim á EXTRA Arena leikvøllinum í Tróndheimi møguleikan at vinna seg víðari í norsku steypakappingini. Mótstøðuliðið var Egersund, ið eisini spælir í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. Tó er Egersund næstfremst í deildini við 13 stigum fyri fimm dystir.

 

Bendik Bye legði Ranheim á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Tá 13 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki javnaði Egersund til 1-1, men minuttin aftaná legði Vetle Wenaas Ranheim á odda 2-1. Tá Áki í 68. minutti var tikin av vøllinum var Ranheim framvegis á sigurskós, og tað vóru teir til fýra minuttir vóru leiktir av tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Tá javnaði Egersund til 2-2. Einki mál kom í longdu leiktíðini, og so var gjørt klárt til brotssparkskapping.

 

Liðfelagarnir hjá Áka brendi trý av trimum brotsspørkum, og so var tað nóg mikið hjá Egersund at skora upp á trý av fýra brotsspørkum, og harvið vinna seg víðari í steypakappingini. 

 

Ranheim kann nú hugsavna seg um kappingina í næstbestu deildini. Komandi sunnudag klokkan 16 spælir Ranheim dyst á útivølli móti gamla liðnum hjá Meinhardi E. Olsen, Mjøndalen.