Liðformaðurin er leikbannaður

Hjá AB er ársins spælari ikki á listanum í dag

Nú klokkan 15 fer Dagfinn Forná at bríksla fyri fyrstu ferð á Svangaskarði, har B68 hevur vitjan av AB. Dagsskráin snýr seg um plássið í bestu deildini. Hjá tí liðnum, sum tað eydnast at vinna stig í dag, verður vandin fyri at flyta niður heilt lítil.

 

Síðsta sunnudag vann B68 2-1 á útivølli ímóti HB. Fram ímóti dystarenda sá liðformaðurin Aleksandur Ó. Jensen gula kortið fyri aðru ferð. Tú er hann leikbannaður í dag. Annars eru allir teir tøkir, sum seinastu ferðirnar hava verið við til at manna besta liðið. Gilli Samuelsen var síðsta sunnudag eyðsýndur í framrættaðum leikluti á sentrala miðvøllinum. Har er hann aftur í dag.

 

Hjá AB eru allir teir tøkir, sum mánadagin vóru millum teir fyrstu ellivu í 2-0 heimasigrinum ímóti Skála. Tá var liðformaðurin Jákup Pauli Breckmann skaddur. Hann er í dag á vøllinum millum teir fyrstu ellivu. Hann avloysir Daris Zivrkic. Mánadagin varð Marius Kryger Lindh skiftur inn miðskeiðis í seinna hálvleiki. Hann hevur verið roknaður at vera besti AB spælarin í ár. Síðstu ferðirnar hevur hann tó spælt millum lítið og einki, tí hann er skaðadarvaður. Í dag er hann ikki á listanum.

 

 

 

B68 – AB kl. 15.00

 

Dómari: Dagfinn Forná

 

B68: Benjamin Schubert – Fríði í Túni Petersen, Aidan Liu, Hjalti Strømsten, Bárður Ó. Jensen – Áki Johannesen, Sebastian Lau Nielsen – Mohamed Samba, Gilli Samuelsen, Esmar P. Clementsen – Boubacar Sidik Dabo

 

Venjari: Jákup á Borg

 

AB: Antonio Borrelli – Erik MCCue, Santiago Lebus, Jonas Sapieneza, Tróndur J. á Høvdanum – Jákup Pauli Breckmann, Ragnar Skála, Ramzi Toure Idrissou, Teitur Debess Olsen – Matthias Præst Nielsen, Thomas Kirkeby Junge

 

Venjari: Henrik Larsen