Libya: Lockerbie-málið er endað

Tann nýggja leiðslan í Libya boðar nú frá, at landið fer ikki at útflýggja fleiri skjøl, sum hava samband við bumbuspreingingina umborð á einum amerikonskum ferðamannaflogfari uppi yvir skotska býnum Lockerbie í 1988.

Ákæruvaldið í Skotlandi hevur biðið skiftisráðið í Libya um atgongd til skjøl og vitni, men tað verður av ongum, sigur tað nýggja stýrið í Tripoli.

-Málið er endað, sigur virkandi løgmálaráðharrin í skiftisráðnum, Mohammed al-Alagi.

Í 2001 varð fyrrverandi libyski agenturin Abdel Basset al-Megrahi dømdur fyri at hava skipað fyri atsóknini. Hann bleiv sendur til Skotlands at sita dómin, men í 2009 varð hann latin Libya við teirri grundgeving, at hann var illa sjúkur av krabbameini. Fleiri halda kortini, at hann varð latin leysur fyri at vísa Muammar Gaddafi vælvild.

Megrahi livir enn og býr í Libya.