B36 hevði trupla uppgávu fyri í fyrsta umfari í Europa League-undankappingini, tá ið teir heima í Gundadali í kvøld skuldu royna at venda einum 2-0-tapi ímóti norðurírska Crusaders.
Vónin hjá B36 fekk eitt skot fyri bógvin nær um alt fyri eitt, tí longu í triðja minutti løgdu gestirnir seg á odda 1-0 við væl avgreiddum óbeinleiðis frísparki í B36-brotsteiginum, sum íkom eftir misskiljing í B36-verjuni.
Eftir lítlum hálvum tíma økti Crusaders til 2-0, men smáar tíggju minuttir seinni minkaði Hugin Samuelsen um munin til 2-1. Hetta var eisini hálvleiksstøðan, og setningurin hjá B36 var at skjóta minst fýra mál afturat.
B36 fekk júst sum ætlað eitt skjótt mál í seinna hálvleiki. Tað var Lukasz Cieslewicz, sum javnaði til 2-2 eftir upplegg frá nýklakta B36-aranum, Stefan Radosavljevic.
Hesa løtuna var B36 betra liðið, men tað koppaði skeiva vegin miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið Paul Heatley við sínum seinna máli legði gestirnar á odda 3-2.
B36 hevði onkrar góðar møguleikar at javna til 3-3, men tað komu ikki fleiri mál í dystinum, og við 3-2-sigri í kvøld og samlaðum 5-2-sigri er Crusaders komið víðari til 2. umfar í Europa League, har teir skulu spæla ímóti Premier League-felagnum, Wolverhampton.
Við tapinum í kvøld misti B36 møguleikan at vinna týdningarmikil UEFA-stig til føroyskan fótbólt, og tað kann hava við sær, at Føroyar missa fjórða evropeiska plássið í evropeiskum fótbólti í 2021.
B36 - Crusaders 2-3 (1-2) - samanlagt 2-5
0-1: Jordan Forsythe, 3.
0-2: Paul Heatley, 28.
1-2: Hugin Samuelsen, 37.
2-2: Lukasz Cieslewicz, 51.
2-3: Paul Heatley, 68










