Liðugt at velja í Danmark

Donsku valhølini lótu aftur nú klokkan sjey okkara tíð, og uppteljingin er byrjað. Roknað verður við, at uppteljingin verður liðug umleið klokkan ellivu okkara tíð, og tá verður tingmannabýrið eisini klárt.

Tær seinastu kanningarnar, sum eru gjørdar við at spyrja fólk, sum hava verið á vali, vísa, at andstøðan hevur vunnið. Eftir kanningunum vinna teir reyðu flokkarnir við 90 tinglimum ímóti 85. Herafturat koma teir fýra føroysku og grønlendsku.

Teir stóru vinnararnir eru Tey Radikalu og Eindarlistin, og Konservativi Fólkaflokkurin er tann stóri taparin.