25. min: EB/Streymur hevur havt fyrstu royndina. Hans Pauli Samulensen sendi bóltin móti málinum, men veruliga vandamikið varð tað ongantíð.
42. min: 1-0 til Apoel Nicosia! Málskjútti var Zewlakow. Leiðslan er uppiborin, hóast sundalagsmenn hava søkt at.
45. min: Hálvleikur.
46. min: Seinni hálvleikur er byrjaður.
58. min: EB/Streymur hevur skift út. Pætur Dam Jacobsen hevur loyst Paula G. Hansen av á miðvøllinum.
63. min: 2-0 til Apoel Nicosia! Málskjútti var Alexandrou.
70. min: EB/Streymur skiftir út. Brian Olsen loysir av Gudmund Nielsen. Sundalagsmenn royna at stríðast og eru ansnir á sínari leikhálvu.
75. min: 3-0 til Apoel Nicosia! Málskjútti var Mirosavljevic.
76. min: EB/Streymur skiftur út. Hans Pauli Samuelsen fer út, og inn kemur Alex José dos Santos.
90. min: Liðugt! Apoel Nicosia vann 3-0, samanlagt 5-0. Sigurin var væl uppiborin, og ikki eitt mál ov lítið. EB/Streymur hugsaði fyrst og fremst um verjupartin, og í løtum eydnaðist tað sera væl. Men í seinna hálvleiki gekk orkan undan í nógva hitanum, og heimaliðið fekk gott pláss at spæla á.
Tískil hevur EB/Streymur takkað fyri seg í altjóða fótbólti á hesum sinni.
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Bárður Olsen, Dánjal Davidsen, Marni Djurhuus, Leif Niclasen ? Gudmund Nielsen, Pauli G. Hansen, Sorin Anghel, Levi Hanssen, Hans Pauli Samuelsen ? Arnbjørn Hansen
Á beinkinum: Bjarni Johansen, Alex José dos Santos, Pætur Dam Jacobsen, Egil á Bø og Brian Olsen