Liðskiparin hjá Manchester United seldur

Premier League: Miðverji er nýggjur liðskipari í felagnum

Alt bendir á, at Ashley Young skiftir til Inter Milan ein av komandi døgunum. Liðskiparin hjá Manchester United hevur verið í felagnum í níggju ár, men fær ikki góðar treytir.

Ole Gunnar Solskjær, venjari hjá Manchester United, sigur við heimasíðuna hjá felagnum at hetta er ein avgerð hjá Ashley Young, sum hevur fingið bjóðað ein tvey ára sáttmála í italska Inter Milan.

- Hann verður 35 í summar og um hann fær bjóðað ein tvey ára sáttmála aðrastaðni, so haldi eg at tað er upp til hann at taka avgerð um tað. Vit eru ikki til reiðar at bjóða tað, sigur Ole Gunnar Solskjær.

 ##med2##

Norski venjarin takkar liðskiparanum fyri tíðina í felagnum og boðar frá, at Harry Maguire verður nýggjur liðskiparin. Miðverjin er nýggjur í felagnum, eftir at hann skifti undan hesum kappingarárinum frá Leicester City. Hann er í løtuni heimsins dýrasti verjuspælari.