Tað kom sum ein hvøkkur, nú Sosialurin í dag kundi avdúka, at Kári Nielsen, venjari hjá U21-manslandsliðnum í hondbólti, gevst og ikki fer við til HM-endaspælið í Algeria í summar.
Helgi H. Hoydal er liðskipari á føroyska U21-landsliðnum, og hann viðgongur, at tað kom sum ein skelkur, nú stóri heilin handan U21-bragdið ikki verður við restina av leiðini.
- Tað er heilt løgið, at Kári ikki kemur við okkum til Algeria. Kári hevur ein ótrúliga stóran vinnarahugburð, og hann er ein vinnari uttan líka, sigur Helgi við Sosialin í dag.
- Eg havi ongantíð upplivað nakað líknandi áður. Men eg vænti, at avgerðin hjá honum um at steðga er tikin áðrenn undankappingin í Føroyum bleiv spæld, sigur hann víðari.
Í Sosialinum í dag ber til at lesa alt um skilnaðin ímillum Kára Nielsen og U21-landsliðið. Viðmerkingar eru eisini frá HSF-forkvinnuni, umframt viðmerkingar um møguliga avloysaran á venjarabonkinum.