Óli P og Pipar og Salt í Smiðjuni

Mánadagin letur upp framsýning við tekningunum hjá Óla Petersen. Eisini verða tekningar frá Pipar og Salt kapping í Sosialinum við á framsýningini

Jan Müller


Mánadagin klokkan 16 letur framsýningin við skemtitekningunum hjá Óla Petersen upp í Smiðjuni í Lítluvík. Hetta er áttanda árið, at tekningarnar á baksíðuni í Sosialurin, eru fastur táttur í ólavsøkuskránni. Umleið 150 upprunatekningar eru við á framsýningini, sum er opin alla ólavsøkuna.

Sum vanligur siður hevur verið undanfarin ár, so sleppur løgmaður eisini at velja sær eina av tekningunum, sum er gáva frá Sosialinum og Óla Petersen. Í ár er so eisini ætlanin, at býráðsformaðurin í Havn, Leivur Hansen, skal velja sær eina tekning. Teir báðir oddafiskarnir verða hjástæddir, tá framsýningin letur upp mánadagin klokkan 16. Tekningarnar eru annars allar til sølu.


Pipar og salt á loftinum

Sum nakað nýtt verður eisini skipað fyri eini framsýning á Loftinum í Smiðjuni í Lítluvík við tekningum frá Pipar og Salt-kappingini hjá Sosialinum. Umleið 700 tekningar komu inn til teknikappingina og verða tær av hesum tekningum, pláss er fyri, við á framsýningini. Tað eru børn og ung millum 1 og 18 ár, sum hava teknað og eru motivini burtur úr Pipar- og Saltsendingunum í sjónvarpinum.

c