Óli og Bjarni skilja ikki týdningin av skattapolitikk

Skattlætti

Óli Breckmann og Bjarni Djurholm leggja meg undir ikki at halda samgonguskjalið har ásett er, at skattatrýstið skal lækkast.

Lat ongan iva verða um, at bæði eg og Tjóðveldisflokkurin taka fult undir við, at skattatrýstið skal lækka.

Skattlætti

Óli Breckmann og Bjarni Djurholm leggja meg undir ikki at halda samgonguskjalið har ásett er, at skattatrýstið skal lækkast.

Lat ongan iva verða um, at bæði eg og Tjóðveldisflokkurin taka fult undir við, at skattatrýstið skal lækka.

Óli og Bjarni gloyma tó, at tað aðrastaðni í samgonguskjalinum stendur at: ?rikin verður ein varin og ábyrgdarfullur búskaparpolitikkur?.

Sum øllum kunnugt, setur ein skattlætti meira fer á búskapin, og tá trupulleikin í dag er, at tað í løtuni er í meira lagi av fer á búskapi okkara, má roknast við, at ein skattalætti júst nú kann fáa skaðiliga ávirkan á búskapin.

Ein ábyrgdarfullur búskaparpolitikkur merkir m. a., at tá nógv fer er á búskapinum, verður peningur lagdur til síðis (sum gjørt verður í dag) og tá tíðirnar aftur verða verri, verður skattlætti veittur.


Caragata

Fólkafloksmenn sendu boð eftir búskaparfrøðingi úr New Zealandi nevndur Caragata, ivaleyst við tí fyri eyga at fáa eitt tilmæli um at lækka skattin beinanvegin.

Tá frágreiðingin hjá Caragata kom, var einki tilmæli um nakra generella lækking av skattinum beinanvegin. Tað sum Caragata mælti til at gera beinanvegin var at lækka partafelagsskattin úr 27 % niður í 20 %. Hetta var júst tað sama sum Fíggjarmálastýrið var farið at fyrireika longu áðrenn Caragata kom uppá tal.

Møgiliga er tað hetta, ið skapar frustratiónir hjá Óla og Bjarna.

Annars kann eg nevna, at øll tilmæli frá óheftum búskaparfrøðingum seinastutíðina hava mælt til ikki at veita skattalætta, men tvørtur ímóti at tátta í skattliga.


Vinnuskattareformur

Sum nevnt arbeiða vit við at lækka partafelagsskattin. Hetta er bert eitt lið í einum størri vinnuskattareformi, sum Fíggjarmálastýrið og Toll-og Skattstovan arbeiða við í tøttum samstarvi við vinnuna. Hetta arbeiði verður gjørt út frá hesum meginreglum:

?Skatta- og avgjaldsskipanirnar skulu virka eggjandi fyri vinnuligt virksemi

?Skipaninar mugu ikki virka vinnuliga avlagandi

?Skipaninar skulu verða lættar at umsita hjá vinnu og umsiting.

Hetta arbeiði verður liðugt til heystar.

40 milliónir í skattalætta

Í november mánað var politisk avtala gjørd um, at tær 40 milliónirnar ið settar vóru av til endurnýggjan av fiskiflotanum, í staðin skuldi nýtast til skattalætta.

Eg kann upplýsa, at í løtuni verður arbeitt við at fyrireika henda skattalætta.


Niðustøða

Pástandirnir hjá Óla Breckman og Bjarna Djurholm um at einki hendir á skattaøkinum hava soleiðis ikki hald í veruleikanum. Størsti trupulleikin er helst, at teir ikki duga at síggja, at skattapolitikkur er ein partur av samlaða búskaparpolitikkinum.


Karsten Hansen

landsstýrismaður