Handilslív
Óli Marner Christiansen, sum er maðurin, ið hevur brúkt nógva tíð, pening og orku upp á verkætlanina at byggja eina handilsmiðstøð á ”sandinum” í Klaksvík, kunnaði herfyri býráðið um støðuna.
- Í løtuni hendir einki, og í løtuni er eingin framdrift í málinum um handilsmiðstøðina.
Tað ásannar Óli Marner Christiansen í samrøðu við Sosialin í morgun.
Spurdur, um hann hevur slept ætlanini at byggja miðstøðina, er svarið hvørki ja ella nei.
- Eg eri keddur av tí, men tað er einki nýtt í málinum. Hvat annars fer at henda, verður neyðugt at taka støðu til, tá ið tann tíðin kemur.
Liggir ongum í vegin
Óli Marner sigur, at hann hevur latið býráðið vita, at hann ikki vil liggja í vegin fyri nøkrum, sum kundi hugsað sær at bygt á planeraða økinum innast í Klaksvíkini.
- Tað verður ein spurningur millum tann, sum hevur okkurt hugskot og býráðið, sigur hann.
Óli Marner sigur seg eisini hava skilt, at Niels Mortensen hevur latið gera tekningar við handilsvirksemi yvir sínar bygningar á Borðoyarvík, og herfyri gjørdist greitt, at FK helst fer at byggja nýggjan handil norðanfyri Statoil-støðina í Klaksvík.
Eru tað hesar byggingar, sum máa grundarlagið undan ætlaðu handilsmiðstøðini – ella, hvørjum verður bíðað eftir í løtuni?
- Eg dugi ikki ordiliga at siga, hvørjum bíðað verður eftir, men vit vilja í fyrsta lagi vita, hvat hendir, og eg havi sum nevnt kunnað býráðið um støðuna, sum er beint í løtuni.
Kapping og framdrift
Óli Marner sigur seg fegnast um, at
okkurt hendir við handilslívinum í Klaksvík, og at hann virkuliga meinar tað, hann sigur, letur hann okkum skilja.
- Tað er í fínasta lagi, at handilslívið her norðuri mennist, tí her má og skal okkurt henda. Tað gongur seint, men handilslívið fer at mennast, sum tíðin gongur. Eg fegnist um, at FK fer at byggja, og eg fegnist eisini um, at Niels Mortensen er farin at gera tekningar yvir sínar bygningar á Borðoyarvík.
Í hesum viðfangi ásannar, Óli Marner, at lítil – ella eingin - framdrift er við ætlaðu handilsmiðstøðini í løtuni, og hann veit ikki at siga, hvat fer at henda við hesi verkætlan.
Býarmyndin burtur
- Málið hjá mær hevur verið at hildið meg innan teir karmar, sum kommunan hevur ætlað skulu vera á økinum. Tað, sum í ringasta føri kann henda, er, at kommunan fyribils missir ætlaða handils-og mentanarumhvørvið, sum kommunan annars hevur ætlað sum partur av eini miðbýrarmynd, sigur Óli Marner.
Hann vísir á, at tað er kapping, sum skapar framdriftina, og samanum tikið fegnast hann bara um, at okkurt fer at henda við handilslívinum í Klaksvík nú.
- So leingi, sum spaki ikki er settur í, og einki er byrjað, er longri á mál, sigur Óli Marner Christiansen.