Liðleiðarin í sjónvarpinum

Tað fylgja nógvar uppgávur við, tá tikið verður av sessinum sum liðleiðari hjá fótbóltslandsliðnum. Tað mátti Birgir Hansen eisini sanna mánadagin. Vanliga røkir hann uppgávuna at halda skil á øllum tí, sum hoyrir eini venjing til, men hesa ferð varð hann so noyddur at stilla upp framman fyri myndatólið, tá fronsku sjónvarpsrásirnar gjørdu síni innsløg til upptakina.
Birgir tóktist tó ikki at himprast, men royndi at greiða frá, hvussu føroyska liðið fyrireikar seg, soleiðis at best møguliga úrslitið fæst til høldar móti Fraklandi.