Liðkappingin í judo endað

Seinasta umfar av liðkappingini í judo varð á Oyrarbakka sunnudagin, og gjørdist Sunda Jodofelag stóri vinnarin

Dreingirnir á A-liðnum hjá Sunda Judofelag hava í allan vetur víst seg at havt best tak á kappingini, og hóðast teir ikki hava vunnið allar dystirnar, hava teir alla kappingina havt munin á hinum liðunum.

Tískil var spenningurin ikki heilt í topp áðrenn hetta síðsta umfarið, tí óvanliga illa skuldi gangast í hond, um meistaraheitið skuldi gleppa teimum av hondum.

Og sundadreingirnir vístu seg eisini at liva upp til góðu úrslitini í vetur, og teir vunnu allar sínar dystir í hesum seinasta umfarinum.


Úrslitini av dystunum í dreingjadeildini sunnudagin vóru:


SJFa - SJF b 50-0

HJFa - HJFb 50-0

SJFb - HJFb 30-20

SJFa - HJFa 26-11

SJFa - HJFb 50-0

SJFb - HJFa 20-27


Endaliga úrslitið í dreingjadeildini gjørdist, at Sunda Judofelag a gjørdist føroyameistari við 44 stigum, Havnar Judofelag a gjørdist nr. 2 við 38 stigum og Havnar Judofelag b gjørdist nr. 3 við 16 stigum, Sunda Judofelag b nr. 4 við 12 stigum og Klaksvíkar Judofelag endaði á 5. plássi við 10 stigum.


Unglingar

Í unglingadeildini varð eisini stórur spenningur, tí í teimum 4 umførunum, sum høvdu verið fyrr í vetur hevði Sunda Judofelag vunnið tveir dystir og Havnar Judofelag 2.

Sostatt varð greitt, at avgerðin skuldi falla hetta seinasta umfarið.

Og eisini í hesari deildini gjørdist tað Sunda Judofelag, ið fór av stað við gullinum.

Endaliga úrlitið hjá unglingunum gjørdist, at Sunda Judofelag gjørdist føroyameistari við 6 stigum, meðan Havnar Judofelag gjørdist nr. 2 við 4 stigum.

Sosialurin ynskir føroyameistarunum til lukku við heiðursmerkjunum.

Føroyameistarakappingin fyri einstaklingar verður í Havn 8. apríl.