Hvidovre hevur kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við verjuleikaran Jacob Just, sum kemur úr Farum. Hvidovre hevur havt eyguni eftir Jacob Just í longri tíð, og fleiri onnur feløg vóru um boðið. Umsíðir er tað eydnast teimum at lokka hann til felagið.
Jacob Just kann bæði spæla í verjuni og sum verjukendur miðvallari. Hann kann sostatt geva Óla Johannesen kapping um pláss á liðnum.
Venjarin leggur tó dent á, at kapping skal vera um plássini á liðnum. Heimasíðan hjá Hvidovre skrivar eisini, at Jan Sørensen hevur samráðingar við tríggjar aðrar leikarar, sum eru uppá tal.
Í næstu viku kemur ein svenskur leikari til felagið. Hann skal til royndarvenjing og sannføra venjaran um síni evni sum fótbóltsleikari.
Ein leikari er hinvegin á veg úr felagnum. Talan er um Sammy Youssouf, sum spælir á vinstra vongi. Hann er til royndarvenjing í St. Johnstone í Skotlandi. Youssouf er ein ógvuliga evnaríkur og vandamikil leikari.
St. Johnstone hevur tó ikki gjørt av, um felagið vil hava sáttmála við Sammy, men væntandi spyrst ein sáttmáli burturúr.
Annars eru leikararnir í Hvidovre farnir at venja aftur. Hesar fyrstu vikurnar verður dentur lagdur á ta kropsligu venjingina. Fyrsti dysturin í landskappingini eftir vetrarsteðgin verður móti B-1909, og hann verður spældur fyrst í mars mánaði.