Óli Johannesen aftur á Sevmýri

Við tveimum málum legði júst heimvendi Óli Johannesen lunnar undir sigurin hjá TB á arvafíggindanum úr Vági í jóansøkudystinum á Sevmýri leygarkvøldið

Undan umfarinum hetta vikuskiftið lá 2. lið hjá VB frammanfyri 1. lið hjá TB. Tað er helst eindømi í fótbóltssøguni, at næstbesta liðið hjá vágbingum hevur ligið frammanfyri besta liðið hjá TB í stigatalvuni.
Leygardagin høvdu tvøroyrarmenn tó møguleikan at leggja VB afturum seg aftur í landskappingini í 2. deild, tí tá hittust liðini í jóansøkudystinum á Sevmýri.
Óli Johannesen er komin aftur úr Danmark, og hann var aftur at síggja á TB-liðnum. Eisini vóru útisetarnir Jón Tórur Holm og Tórur Mortensen aftur at síggja í hvíta og svarta TB-búnanum. VB hevði hinvegin mist nakað av fólki til 1. deildarhópin til hendan dystin.

Eingin ivi
Tað var ongantíð nakar ivi um, hvat betra liðið var á Sevmýri leygarkvøldið. TB setti seg á dystin frá fyrsta bríksli, og tað var tann burturvilsti sonurin Óli Johannesen, ið legði heimaliðið framum fyri steðgin. Hann royndi seg við langskoti, sum streyk í netið. 1-0 var eisini støðan við steðgin.
Allan Michelsen var maðurin, sum legði TB framum 2-0 eftir steðgin. Hann varð spældur leysur og gav málverjanum ongan møguleika at bjarga. Tað var eisini ein stórur smeitur fyri VB, at Magni Jacobsen varð noyddur at fara av vølli við skaða beint undan tí næsta málinum.
Óli Johannesen var enn einferð á blettinum løtu seinni, tá hann stútaði eitt hornaspark í netið til 3-0, og tá var dysturin í roynd og veru avgjørdur.
Sigmund Mikkelsen minkaði um munin til endaliga úrslitið 3-1 við einum vøkrum máli. Hann snýtti tveir verjuleikarar hjá TB, áðrenn hann sendi framvið málverjanum.
TB er framvegis við í stríðnum um uppflytingina, og við landsliðshetjuni Óla Johannesen á liðnum fáa tvøroyrarmenn helst fleiri stig í skjáttuna enn tey trettan, sum teir hava nú. Tað er øllum greitt, at Óli Johannesen er í einum heilt øðrum flokki enn vanligir 2. deildarleikarar, og tí styrkir hann ómetaliga nógv um liðið. Tó er ikki greitt um Óli fer at spæla við TB alt árið.

TB - VB 3-1 (1-0)
1-0: Óli Johannesen
2-0: Allan Michelsen
3-0: Óli Johannesen
3-1: Sigmund Mikkelsen