Óli Jacobsen fiskimannafelagsformaður í 35 ár

5. januar 1971 fekk Føroya Fiskimannfelag nýggjan formann.

Talan var um Óla Jacobsen, sum nú hevur siti sum formaður í felagnum 35 ár.

Hann tók við eftir Erlend Patursson, sum tá hevði sitið sum formaður í 15 ár.

Til formansvalið vóru vóru trý valevni: Erlendur Patursson í Havn, Óli Jacobsen í Norðragøtu og Johan Hendrik Joensen í Sumba.

Óli var valdur við 500 atkvøðum, Erlendur fekk 464, og Johan Hendrik fekk 56 atkvøður. Tilsamans 1145 fiskimenn greiddu atkvøðu.

Kelda: Myndaárbókin - árið ið fór 1971