Liðini ganga hvør sín veg

Hjá báðum liðum sótu lyklaleikarar uttanfyri, men kortini var leikferðin høg og undirhaldsvirðið høgt, tá B36 gjørdi øll trý málini í 2-1 sigrinum á tapandi toppliðnum

Triðja topptapið á rað var veruleiki í gjár. B36 basti oddaliðnum í ferðmiklum og undirhaldandi dysti. EB/Streymur spældi munandi betur, enn teir gjørdu móti Víkingi og ÍF, men tað munaði ikki tá alt kom til alt, tí B36 vísti seg sum vandameira liðið og gjørdi trý mál – tvey til sín og eitt til EB/Streym.

Undan dystinum var nógv gjørt burtur úr, at B36 vantaði ein liðformann, tá Klæmint Matras, Herbert í Lon Jacobsen og Ingi Højsted sótu uttanfyri. Hesin varð funnin í Dmitri Jankovic, sum eisini leiddi sínar menn til sigurs.

Sundalagsmenn vantaðu eisini tríggjar týdningarmiklar leikarar í Mikkjal Thomassen, Høgna Zachariassen og Sorin Anghel. Harnæst hevði René Tórgarð fingið ein vøddaskaða, og tá Gunnar á Steig hevur brotið sær hondina, vóru boð send eftir Magnus Poulsen, sum áður hevur vart málið hjá EB/Streymi í nakrar dystir. Havandi í huga, at hesir leikarar allir sótu uttanfyri, tóktist tað kanska undarligt, at Hans Pauli Samuelsen og Arnbjørn Hansen byrjaðu dystin á beinkinum.


Hanus í hopla

B36 byrjaði dystin betur, og tað skuldu bara ganga tíggju minuttir, áðrenn teir høvdu fingið bóltin í netið. Nýggi maðurin, Sam Malson, sum spældi ein góðan dyst, reiv seg leysan í vinstra borði og legði hart innfyri. Hanus Thorleifsson stríddi seg fram um miðverjarnar, og úr stuttari fjarstøðu beindi hann bóltin í netið.

Uppskriftin til 2-0 málið var ikki ólík. Hesaferð var tað eftir hornaspark, at bólturin fall fyri føtur Berg Midjords, sum legði flatt innfyri málið, har Hanus Thorleifsson aftur var á blettinum. Hetta hendi, tá klokkan hevði rundað tey fyrstu trý korterini.

Tann góði hálvi tímin millum málini bæði var eisini hendingaríkur. Nýggi – og einasti – áleyparin hjá B36, Sam Malson, royndi seg stutt eftir fyrra málið, men Magnus Poulsen vardi væl fyri.

EB/Streymur hevði eisini tvær naskar royndir. Fyrst var tað Peter Foldgast, sum stútaði innlegg frá Fróða Clementsen móti málhorninum, ið Meinhard Joensen fekk veittrað út á stongina. Og skamt fyri steðgin drønstútaði Hanus Eliasen eitt frísparksinnlegg frá Bárði Olsen beint framvið.


Súni skoraði

Hálvleiksleiðslan hjá B36 var fult uppiborin, tí burtursæð frá eini løtu miðskeiðis í fyrra hálvleiki, hevði B36 havt tamarhald á støðuni. Tamarhald vantaðu teir kortini beint eftir steðgin. Foldgast spældi Marcell Balog leysan, og hesin legði innfyri. Inni fyri málinum var tó eingin at taka ímóti, men av onkrari undarligari orsøk valdi Súni Olsen at stúta bóltin aftur til málverjan. Hetta var hesin tó ikki heilt við upp á, og úrslitið var, at tann púra ópressaði Súni Olsen stútaði bóltin í egið net – ein sjálvmál av teimum sjáldsomu.


Málið setti tó ikki futt í EB/Streym sum so. Gaman í, gestirnir høvdu bóltin meiri, men heilt vandamikið gjørdist tað ongantíð. Tað var tað hinvegin, tá Bárður Olsen góðar tíggju minuttir inn í seinna hálvleik bjargaði á strikuni eftir hornasparksstøðu hjá B36. Hetta við deyðbóltunum vísti seg at vera heilt vandamikið hvørja ferð – líkamikið um Súni Olsen royndi seg sjálvur ella við innleggi.


Ransin í fokus

Tann higartil undirhaldandi dysturin fekk nakað inn í seinna hálvleik eina keðiliga gongd. Tað byrjaði við, at innskifti Hans Pauli Samuelsen varð snýttur fyri eitt klokkuklárt brotsspark. Víkamaðurin rundaði hegnisliga ein verjuleikara, fyri síðani at vera bæði sparkaður og hálaður niður. Ransin stóð í góðari støðu, men sá ikki tað, sum fleiri onnur hildu seg síggja.

Hetta fekk sinnið í kók hjá sundalagsmonnum, sum eftir hetta fleiri ferðir kendu seg snýttar fyri bæði stórt og smátt.

Hinvegin hildu havnarmenn seg eisini eiga eitt brotsspark, tá Egil á Bø og Sam Malson vóru í nærdysti, men eisini hesaferð tagdi floytan.


B36 skuldi avgjørt

EB/Streymur fekk ikki brotsspark, og megnaði heldur ikki at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. B36 fekk heldur einki brotsspark, men kundi skora eitt ella tvey mál aftrat. Serliga áttu teir at fingið meiri úr støðuni, tá Súni Olsen vann bóltin og kom saman við tveimum liðfeløgum móti tveimum verjuleikarum, og tá innskifti Johan Ellingsgaard var púra leysur við Magnus Poulsen.

Tað fingu teir ikki, men tað var heldur ikki neyðugt. B36, sum eins og EB/Streymur, hevur verið í einum aldudali síðstu dystirnar, reistist aftur og fekk best hugsandi upptaktina til dystin móti Brøndby hósdagin. Sama kann ikki sigast um EB/Streym, sum hevur tapt tríggjar dystir á rað, og heldur ikki skorað sjálvir í hesum dystum.


Myndatekstur:

Hanus Thorleifsson gjørdi bæði málini hjá B36, og vendi sostatt keðiligu gongdini hjá liði sínum

Mynd: Sofus D. Johannesen