Óli Hans Hammer Olsen 50 ár

Mikudagin 21. februar fyllir Óli Hans Hammer Olsen, deildarstjóri á Skipaeftirlitinum, 50 ár.

Óli Hans er sonur Goje Hammer úr Hovi og Andras Olsen úr Syðrugøtu. Hann er uppvaksin í Syðugøtu, burtursæð frá fýra árum har tey búðu í Hovi.
 
Í 1986 giftist hann við Katrin Nielsen og flutti til Streymnesar. Tey eiga tvey børn, Elin Mariu 16 ár og Andras 11 ár.
 
Í 1983 bleiv hann útbúgvin skipsførari, og í 2003 tók hann prógv sum EMBA í shipping og logistikki á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn.
 
Hann sigldi í nógv ár m.a. hjá Mærsk, inntil hann í 1998 fekk sær arbeiði á landi. Í 2001 varð hann settur sum deildarstjóri á Skipaeftirlitinum.
 
(red.)