Liðfelagi hjá føroyingum skeyt átta mál móti Kili

18 ára gamli Alexander Blonz úr Viking Stavanger gjørdist toppskjútti fyri Noreg

Noreg vann í dag stóran og greiðan sigur Kili við úrslitinum 41-20.

Norðmenn nýttu høvi at spæla við øllum leikarum í væntaða sigrinum, og hann, ið tók best av var átjan ára gamli Alexander Blonz.

 

Ungi vinstri vongurin skjeyt átta mál í stórsigrinum, og hetta kemur neyvan óvart á føroysku leikararnar í Viking Stavanger.

Kjartan Johansen og Helgi Hildarson Hoydal hava fleiri ferðir gjørt vart við at teir eru varugir við, at liðfelagi teirra úr Viking Stavanger er nakað heilt serligt, og teir hava nevnt í samrøðum at teir vænta nógv av unga vonginum við HM.

 

Fyrsta valið á vonginum hjá Noregi er Magnus Jøndal, men Alexander Blonz vísti í dag at hann er til reiðar at taka kjansin tá hann fær hann.

Tí er ein ávísir spenningur um hvør spælir mest tá í Noreg spælir avgerandi dyst móti Danmark hósdagin. Vinnarin av hesum dystinum fær seks stig við til meginumfarið, og eitt framúr útgangsstøði í kappingini um hálvfinalurnar.