Liðfelagar hjá Toda fóru til hendurs

Fyrsta venjingin hjá Start á venjingarlegu í Marbella endaði við, at tveir av spælarunum hjá Start fóru til hendurs. Liðfelagar máttu leggja upp í fyri skilja partarnar at

Tað var ein lítil løta eftir av fyrstu venjingini hjá Start í Marbella, tá ið tveir av spælarunum brustu saman.
Eftir ein harðan nærdyst fóru Bård Borgersen og Lunde Aarsheim til hendurs, og nevarnir vóru á lofti.
Blaðið Fedrelandsvennen skrivar, at rokið var so ógvuligt, at einir 10 liðfelagar hjá teimum báðum máttu til fyri at skilja teir at.
 Tað er keðiligt, tá ið vaksin fólk fara at verjast. Tað má bera til at spæla hart, uttan at slíkt hendir, sigur spælarin Marius Johnsen við Fedrelandsvennen.
Hendingin hevði við sær, at venjarin Tom Nordlie steðgaði venjingini og tosaði álvarsamt við spælararnar.

Venjarin stúrir ikki
Rokið var bert ein av fleiri hendingum undir venjingini, har spælarar hjá Start vóru illir inn á hvønn annan.
Fedrelandsvennen greiðir frá, at spælararnir fleiri ferðir skeldaðust ógvusliga undir venjingini. Venjarin heldur, at hetta nýtist ikki at vera so keðiligt fyri liðið.
 Tað er munur á aggressiviteti og misskiltum aggressiviteti, men hetta er ikki tað ringasta, sum eg havi upplivað í felagnum. Tað er gott, at spælararnir eru tendraðir, sigur Tom Nordlie.

Alt kom uppá pláss
Annar av høvuðspersónunum í bardaganum heldur, at rokið fer ikki at skapa trupulleikar á liðnum.
 Hetta vísir bara ein stóran vinnaravilja. Eg haldi, at tað skal vera lív í, og hetta mugu vit tola, segði Bård Borgersen eftir venjingina.
Eisini hin høvuðspersónurin gjørdi lítið hóvasták burtur úr eftir venjingina.
 Hatta er slíkt, sum kann henda, men vit eru góðir vinir aftur. Vit skulu koyra á hvønn annan, men tað er sjálvan óheppið, tá ið vit fara ov langt, segði Lundr Aarsheim við Fedrelandsvennen.