Tað er nú greitt, at Óli Breckmann verður ikki ákærdur fyri at hava brotið § 266b í revsilógini.
Christian Andreasen, advokatur fyri Óla Breckmann, sigur, at tað er niðurstøðan hjá ríkisadvokaturin, eftir at hann hevur viðgjørt málið.
Óli Breckmann var meldaður fyri at kalla leiðaran í Norðurkorea, Kim Jong-Un fyri eitt skeivoygt sosialilstiskt knetti, men ríkisadvokaturin heldur ikki, at hetta er brot á revsilógina. Tað var í eini sendingá R7, at útsøgnin fall Erlingi Eidesgaard so fyri bróstið, at viðkomandi meldaði.
Men málið er nú slept og sostatter tað liðugt og einki rættarmál spyrst burtur úr hesum, sigur Christian Andreasen.