Óli Breckmann og Heðin Zachariassen úr politikki

Bæði Óli Breckmann og Heðin Zachariassen missa nú tingessins, tá Annika Olsen og Jacob Vestergaard aftur fara í tingið. Tá sitandi samgonga varð skipað í september í 2008 fóru Jørgen Niclasen, Annika Olsen og Jacob Vestergaard í landsstýrið. Samstundis løgdu tey, sum lógin krevur, tingessin frá sær. Í teirra stað komu Bjarni Djurholm, Heðin Zachariassen og Óli Breckmann, sum ikki vórðu afturvaldir á valinum seinast.

Tá Anfinn Kallsberg fór úr politikki herfyri, fekk Bjarni Djurholm, sum var fyrsti varamaður, fastan sess á tingi. Og nú fráfarnu landsstýrisfólkini aftur taka sæti á tingi, missa teir báðir tingsessin.

Óli Breckmann hevur kortini havt farloyvi síðani 1. desember í fjør, og Rodmundur Nielsen hevur havt hansara sess. Hann missir eisin sæti í dag.