Klaksvík:
Venjingin hjá Stjørnuni er júst av. Kvinnurnar koma ein og ein út úr skiftingarrúminum. Una Olsen er ein teirra, og hon kemur flennandi yvir í móti okkum.
? Una kemur heilt sikkurt inn í býráðið, sigur Svein Rógvi argandi.
Hon bara flennir, meðan hon gongur yvir ímóti einum spegli.
? Altso, eg skilji ikki, hví tú ikki bara kanst velja meg, Rógvi, sigur hon so. Rógvi er skjótur at svara, at hann fer í høllina at velja seg sjálvan, og síðani gongur leiðin út til Unu at fáa sær ræst kjøt týskvøldið.
Tað er týðuligt, at teimum báðum dámar væl at skemta við hesum. Hvørgin torir at siga nakað um, hvat tey vænta sær av valinum, men tað er eyðsæð, at tey ikki vænta at sleppa inn.
? Vit eru so nýggj, og har eru so nógvir "gamlir" politikkarar, so tað verður í øllum førum trupult at sleppa inn, sigur Una.
Onnur reka
Rógvi sigur, at hann hevur ikki gjørt so nógv við at reka nú tað av álvara nærkast til valið. Tað hevur Una heldur ikki, men sum tað ljóðar, eru onnur avbera røsk at reka fyri Unu.
Systir hennara, sum eisini spælir við Sjtørnuni drívur á, og Una heldur tað er bara stuttligt.
Men tey eru bæði samd um, at tað ikki hevur merkt venjingina og hondbóltin nógv, at tey stilla upp fyri hvør sín flokk.
? Vit tosa ikki nógv um tað, eru tey á einum máli um.
Hetta er fyrstu ferð, at Una stillar upp til eitt val. Rógvi stillaði eisini upp til seinasta løgtingsval, so hann hevur roynt hetta at vera í einum valstríði fyrr. Men hann sigur, at hann ger munandi minni við tað hesuferð.
? Eg brúkti ikki nógvar pengar upp á valstríðið til løgtingsvalið, og til hetta valið havi eg ikki gjørt so nógv við at reka, sigur Svein Rógvi Nielsen.
Spurd um, hvussu tað nú verður við tíðini, um nú tey sleppa inn, sigur Rógvi við einum skeivum smíli, at um nú bara Una sleppur inn, so verður tað onki sum eitur, at hon ikki kann venja, tí at býráðsfundur er.
? Men um eg sjálvur sleppi inn, so er søgan ein heilt onnur, sigur hann stórflennandi.
Una sigur, at hon verður heima sjálvt valkvøldið. Hon vil ikki siga nakað frammanundan.
? Nú fáa vit at síggja, hvussu leikur fer. Eg vænti mær ikki nakað, men tað er ongin ivi um, at tað er stuttligt at vera við í hesum, sigur hon.










