Óli Johannesen kom enn eina ferð á málskjúttaralistan hjá Hvidovre. Tá teir í 2. hálvleiki fingu brotsspark, og støðan var 3?3, vísti komandi B68 venjarin, Frank Skytte, føroyska spælaranum sama álitið, sum hann hevur víst honum fleiri ferðir fyrr í heyst. Óli Johannesen varð settur at skjóta brotssparkið, og royndi stýrimaðurin í verjuni sveik ikki.
Eftir leiðslumálið hjá Óla økti Hvidovre eina ferð afturat og vann harvið 5?3. Teir høvdu annars verið frammanfyri bæði 2?0 og 3?2.
Sigurin hevði við sær, at Hvidovre lætti sær eitt sindur á í botninum í næstbestu deildini.
B93 ? sum vit søgdu í síðstu viku, so er Øssur Hansen komin aftur til Føroya ? var enn eina ferð fyri ósigri. Teir taptu heili 3?0 á heimavølli ímóti B1913, sum av álvara er farið at blanda seg í oddastríðið. B93 er dygst omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Frem hevur fyri stuttum skift venjara. Nýggjur venjari er Ole Mørch, sum var fyrsti venjarin hjá Jákupi Mikkelsen í Herfølge. Síðani fyrrverandi Frem spælarin kom á beinkin í Valby, hevur tað gingið væl. Sunnudagin vunnu teir toppdystin á heimavølli ímóti HFK Sønderjylland 2?1.
Køge er ovast í næstbestu deildini. Teir vóru í Horsens og vunnu 1?0.
Felagið hjá Atla Gregersen, Randers Freja, hevði vitjan av Farum. Peter Brixtofte og teir hava møguleikan fyri samstarvi við Lyngby at hugsa um. At tað endaði málleyst í Randers var neyvan eftir høvdinum hjá teimum í Farum.