Málini um at broyta heitini hjá tingfólki í stýris- og tingskipanini eru til viðgerðar í Løgtinginum í hesi løtu.
Vanliga er ein 3. viðgerð ein avgreiðsluspurningur, men aftur í dag er drúgt kjak, har serliga teir báðir menninir í Miðflokkinum og nakrir menn í Fólkaflokkinum halda á at ávara tingið í móti, at orðið »fólk« verður brúkt sum felags heitið. Orsøkin er sambært teimum púra greið, formansskapurin vil lirka hetta inn í ting- og stýrisskipanirnar fyri at ganga LGBT og fólkum, sum hvørki kenna seg sum mann ella kvinnu, rættindi á tingi. Harvið er eisini Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur løgd undir at renna ørindi fyri LGBT. Hon er ein av uppskotssetarunum.
Stefffan Klein Poulsen sigur, at hetta er fyri at fáa tað kynsleysa inn í tingskipanina, at alt skal flóta, og at hetta hevur fingið stóra rúmd í øðurm londum.
– Man hevur tann snediga innstillingin í Føroyum, at man vil ikki kjakast um tað. Heldur verður tað lirkað og lumpað. Drúgv diskusjón var í grein 25 nevndini um júst hetta, segði Steffan Klein Poulsen.
Bárður á Lakjuni úr Fólkaflokkinum vísti á kvinnuligar svimjarar í USA, sum eru lívfrøðiligir menn, um ársins kvinnu, sum varð kosin í USA, sum var ein lívfrøðiligur maður. Hann heldur, at hetta lýsir væl vandan, sum lúrir. At hendan hugsjónin eisini kann fáa fastatøkur á tingi.
Hesir tríggir tingmenninir ávara ímóti hesum, og tí halda teir, at løgtingsmenn og løgtingskvinnur ikki skulu kallast »løgtingsfólk«.
Orðaskiftið fer víða. Bárður á Lakjuni nevndi bretska rithøvundin J. K. Rowlings, sum hevur fingið atfinningar, tí hon hevur sagt, at ein kvinna er ein persónur sum menstruerar, segði Bárður á Lakjuni.
Jenis av Rana førdi aftur fram hesaferð, at meirilutin vil ikki hava kvinnuna inn í stýris- og tingskipanina.
– Tað gagnar ikki kvinnuni at taka mannin út og seta »fólk« í staðin. Á tann hátt boyggir man seg fyri eini ódemokratiskari organisatión (LGBT, red.).
Kaj Leo Holm Johannesen spurdi Jenis av Rana, at um nú ein persónur um 10 ella 20 ár verður valdur í landsstýrið, sum hvørki kennir seg sum mann ella kvinnu, hvat skulu vit so kalla hann. Hesum svaraði Jenis ikki, men tað gjørdi Stefan Klein Poulsen við eini langari frágreiðing um ein persón í Onglandi, sum angraði, at hann hevði fingið kynsskifti. Men tá átalaði tingformaðurin, Johan Dahl, tingmannin, tí tað vóru ikki kynsskurðviðgerðir, sum vóru á skránni, men starvsheiti hjá politikarunum.
– Tá kvinnurnar eru so glaðar, sum í dag, tær smílast um alt fimmoyrað, so hava vit gjørt okkurt gott í dag. Vissi kvinnurnar eru glaðar, so eru menninir glaðir! segði Kaj Leo Holm Johannesen.
Sambært Steffan Klein Poulsen er talana um eitt mál á tí gitnu glíðibreytini:
– Fyrst var tað 266b. Tað var sagt at vera eitt lítið mál.
– So vara tað hjúnarbandslógin. Tað var sagt at vera eitt lítið mál.
– So vóru tað sammøður. Tað var sagt at vera eitt lítið mál.
– Nei. hetta er ikki eitt lítið mál, segði Steffan Klein Poulsen.
Kjakið við 3. viðgerð hevur nú vart í góðan tíma.