Áleypari hjá KÍ venur við FC Fredericia

Patrik Johannesen venur í hesum døgum við FC Fredericia

Patrik Johannesen venur í hesum døgum við danska felagnum FC Fredericia, sum spælir í næstbestu deildini. Sum skilst leitar felagið eftir einum áleypara.

Tvøramaðurin í Klaksvík hevur sáttmála við KÍ fyri 2020, men hevur eitt mál um at sleppa at royna seg uttanlands. Hann spældi eitt stutt tíðarskeið við Florø í Norra. Hann kom í fjør aftur til Føroya, har hann vann FM við KÍ.

- Eg skal venja við her til leygardagin. Vit skulu spæla móti Randers í morgin og so fáa vit at síggja hvat sker, sigur Patrik Johannesen við In.fo.

Patrik Johannesen hevur í 2019 vunnið sær pláss í landsliðshópinum.