Leypa ikki á leistum fyri Magna Laksáfoss

Magni Laksáfoss sleppur ikki at lata kommunurnar í spennitroyggju, fyrrenn hann sjálvur hevur víst, at hann meinar nakað við tað, hann førir fram, sigur Heðin Mortensen

- Vit fara ikki at leypa á leistum fyri Magna Laksáfoss.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og formaður í Kommunusamskipan Føroya góðtekur ikki uttan víðari, at kommunurnar nú skulu tálma útreiðslunum fyri at hjálpa upp á landsbúskapin.

Í Sosialinum í gjár greiddi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum frá, at hann hevur sett sær fyri at næsta ár, skulu hvørki landskassin ella kommunurnar hava fleiri útreiðslur, enn í ár fyri at tálma búskapinum.

Men tað er als ikki vist, at kommunurnar eru sinnaðar at spæla við.

Heðin Mortensen, sum er talsmaður hjá teimum stóru kommununum, staðfestir, at sjálvandi fara kommunurnar at viðgera ætlanina hjá landsstýrinum.

- Men vit taka ikki glaðbeint undir við, at Magni Laksáfoss smoyggjur kommunurnar í eina fíggjarliga spennitroyggju, staðfestir hann.

Annars hava kommunurnar lagt upp til at næsta ár skuldu kommunalu fíggjarætlanirnar hækka eini 5%.

Men Magni Laksáfoss vil altso hava eina null-loysn fyri at køla búskapin.

Heðin Mortensen vísir á, at landið hevur álagt kommununum nógvar uppgávur og tí er tað sjálvsagt, at tær mugu sleppa at økja útreiðslurnar.

- Kommunurnar hava stórar skyldur at byggja skúlar, barnagarðar og at byggja eldrarøktina út. Samstundis eru krøv sett til vatnveiting og kloakkir og annað. Tí ber ikki til at forða kommunum at byggja út.

- Tí sigur tað seg sjálvt, at vit kunnu ikki uttan víðari góðtaka, at landskassin áleggur kommununum at steðga við útbyggingum.

Borgarstjórin í Havn og formaðurin í Kommunusamskipan Føroya staðfestir, at áðrenn kommunurnar verða lætnar í spennitroyggju, eigur samgongan sjálv at ganga undan og vísa í verki, at hon er sinnað at tálma almennu útreiðslunum hjá landskassanum.

Tað heldur hann ikki, at landið ger.

- Landið økir sínar útreiðslur í stórum til rakstur og íløgur. Fleiri av hesum íløgum verða fjaldar á vanligu fíggjarlógini við at leggja tær í grunnar og almenn partafeløg. Men tær skulu so í øllum førum betalast.


Ongin grund at stúra

Heðin Mortensen vísir á, at hinvegin hava kommunurnar ikki økt rakstrarútreiðslurnar nakað serligt. - Men kommunurnar hava bygt út. Talan er ikki luksusíløgur, men um íløgur, sum eru neyðugar fyri at ganga krøvum á møti, sum landsins myndugleikar sjálvir hava álagt kommununum. At rakstrarútreiðslurnar hjá kommununum eru hækkaðar, er ein beinleiðis avleiðing av tí og tí má Magni Laksáfoss góðtaka tað.

Borgarstjórin í høvuðsstaðnum vísir á, at ræður tað um at tálma búskapinum, eigur Magni Laksáfoss ikki at ræðast kommunurnar.

- Kommunurnar eru besta trygdin fyri, at landsins búskapur ikki fer av kós. Vit kunnu ongantíð skylda meiri enn eina álíkning og tað er ein stór avmarking í sær sjálvum. Tá er nógv størri orsøk til at óttast peninganýtsluna hjá landskassanum, tí har verður ikki spart.

- Tí verður útspælið frá Magna Laksáfoss ikki svølgt rátt. Tó fara vit at viðgera spurningin væl og virðiliga.

Hinvegin ávarar formaðurin í Kommunusamskipan Føroya Magna Laksáfoss ímóti at trumfa nakað ígjøgnum.

- Trýst elvir til móttrýst, so tað fer at koma honum aftur um brekkur, sigur hann, uttan at nágreina tað nærri.

Sí eisini tíðindaskriv frá Kommunusamskipan Føroya aðrastaðni í blaðnum.