Fleiri ferðir seinastu vikuna hevur ein maður framt harðskap móti fólki, sum hann ikki kennir.
Um vikuskiftið bleiv hann handtikin av løgregluni, eftir at hann hevði lagt á ein mann, sum hann av tilvild møtti á gøtuni. Hetta var aðru ferð innan stutta tíð, at hann framdi harðskap móti fólkum hann møtti, sum annars vóru honum fremmand.
Maðurin er gamal kenningur hjá løgregluni og er fyrr dømdur fleiri ferðir fyri bæði hóttanir og harðskap.
Av tí, at hetta var aðru ferð í stutta tíð, valdi løgreglan at biðja um varðhaldsfongsling. Hann var tí í grundlógaravhoyri í gjár og bleiv varðhaldsfongslaður í tríggjar viku.
Orsøkin til, at hann bleiv varðhaldsfongslaður, er at løgreglan óttast, at hann fer at fremja harðskap aftur beinanvegin, um hann ikki verður settur í geglið.