Leygarkvøldið verður konsert í Tøting

Klingra og Tina Mellem í Tøting.

Dyrnar lata upp kl. 20.00.

 

 

 

Klingra:

Tað víðgonda og frígerandi í kvirruni hevur víst seg sera fruktagott fyri bólkin Klingra. Sprottin úr bólkinum Afenginn í 2020, blómar Klingra úr botni har alt óviðkomandi er lúka burtur.

Soleiðis skapar Klingra eitt egið rúm har limirnir við nærlagni rannsaka hvønn krók. Úr hesum rúmi, gjøgnum sprungurnar í veggjunum, seyðrar ein ljóðmynd, sum er ein samanrenning av atmosferiskum poppi, klassiskum og elektroniskum tónleiki.

 

Dánjal á Neystabø (FO): piano, keys, vocals

Kim Rafael Nyberg (FI): keys, piano, vocals

Heðin Ziska Davidsen (FO): elektronics, guitar

Mikael Blak (FO): bass, elektronics

Per Ingvaldur Højgaard Petersen (FO): drums

 

 

 

Tina Mellem:

Fyrsta útgávan hjá Tinu "Tanker", kom út fyrr í ár.

Á útgávuni eru 7 løg, og tað sjáldsama er, at øll løgini eru skriva á donskum. Tina Mellemgaard hevur sjálv greitt frá, at hon búði fyrstu árini av lívið sínum í Danmark, og danskt var fyrsta málið hon lærdi, tí hevur tað verið mest náttúrligt fyri hana, at skriva á donskum.

 

Tekstirnir snúgva seg í mesta mun um einsemi, longsul, orð, ivamál og kærleika, og verða framførdir erliga og kenslubornir, við høgum musikaliteti og eini vakrari rødd, skriva Tónleikasamtakið Grót og Økistónar.

 

Atgongumerki  fáast á atgongumerki.fo

18 ár og yngri hava ókeypis atgongd.