Tottenham eigur fitt av viðhaldsfólkum í Føroyum, og nú ætla fleiri av hesum at skipa seg í eitt fjepparafelag. Fjepparafelagið Tottenham Hotspurs - Faroe Islands Branch verður stovnað leygardagin í samband við Premier League dystin millum Tottenham Hotspurs og Manchester United á White Hart Lane í London. Hølið, ið er valt til stóra tiltakið, er ?Sendistovan?, sum liggur har J. Paturssonargøta og Grønlandsvegur møtast. Tiltakið í Sendistovuni byrjar kl. 16.30, og løtu seinni fara Tottenham-fjeppararnir at hyggja eftir dystinum millum Spurs og United. Stigtakarnir hava fyrireikað seg væl, og hava fingið øll blástempul frá móðirfelagnum, sum krevjast fyri at fáa føroyska fjepparafelagið viðurkent. Føroyska fjepparafelagið lýkur allar treytir, sum Tottenham Hotspurs krevur av einum slíkum. Hetta merkir, at Tottenham Føroyar fær ongar trupuleikar við at útvega eitt ávíst tal av atgongumerkjum til heimadystir hjá Tottenham á White Hart Lane leikvøllinum. Tottenham-fjeppararnir møttust fyrr í ár, tá varð tað í samband við Carling Cup finaluna millum Tottenham og Chelsea, og bleiv tað tá talan um ein minniligan dag í Bowlinghøllini í Havn. Leygardagin verður vøllurin hjá Spurs-fjepparunum av álvara kritaður. Millum kendastu spurs-fjeppararnir í Føroyum kunnu nevnast Tróndur Vatnhamar, Rógvi Jacobsen, Hallur Danielsen, Baldvin Baldvinsson, Oddbjørn Joensen, Levi Nybo o.o. góð fólk.
Tíðindi
Øll eru altíð vælkomin
Tíðindi
Skýming í Syðrugøtu
Tíðindi