Lexus GS300 ? Luksus tá tað er best

Nú eru liðin 12 ár síðan Lexus, ið er luksusbilmerkið hjá Toyota, kom á marknaðin. Eftir tveimum árum vórðu teir mest seldu luksusbilur í USA, og hava síðan tá ligið á odda

 

Orsøkin til at Lexus bleiv ein "succes" í USA, var ikki einans at Lexus er ein sera haldgóður og feilfríur luksusbilur, men eisini at tænastustøðið var so høgt sum kundarnir ikki áður høvdu sæð makan til. Um bilurin skal á verkstað, verður hann skjótt og væl umvældur, vaskaður, bunkraður og settur í túnið ella bilskúrin. Tað kemur ofta fyri at Lexus umboðið ringir til kundan, og ynskir honum tillukku við einum merkisdegi, og spyr um hann hevur nakað at viðmerkja um bilin.

 

Lyklaorðið hjá Lexus umboðnum er at kundin skal viðfarast á sama hátt sum tá teir hava gestir á vitjan heima.

 

Skifta gear á rattinum

 

Í síðstu viku fingu teir hjá Reyni Service ein Lexus GS300 heim. Hetta er ein bilur sum í USA kappast við t.d. BMW 500-røðina, Audi A6 og Mercedes E klassan. GS er miðalstøddin av Lexus persónbilunum. Talan er um ein sannan luksusbil við øllum hentleikum. Bilurin hevur bæði automatisk og manuel gear, har til ber at skifta gear við knøttum á rattinum. Tá man tekur lykilin úr startlásinum, fer rattið sjálvt uppeftir og frameftir, so tað er sera lætt at koma inn og úr bilinum. Bilurin hevur leðursetur, og bæði forsetrini verða stillaði elektriskt, við hava memory til tveir persónar.

 

Ljóðleysur og kvikur

 

Lexus GS300 hevur ein 6 syl. 3.0 litur 24V motor, sum er sera ljóðleysur og kvikur. Bilurin er stórur, rúmligur og lættur at koyra. Koyrieginleikarnir eru bara heilt í topp, og svara fult út til tað man kan vænta av einum bili í hesum klassanum.

 

Í Evropa eru Lexus bilarnir ikki enn farnir í beinleiðis kapping við evropeisku luksusbilarnar, men sølan er nógv vaksin seinastu árini. Frá Reyni Service verður upplýst at Lexus bilarnir kosta frá kr. 315.000,-.

 

 

 

 

 

Lexus GS3OO aut.

 

 

 

Motorurin: 3.0litur 6 syl. 24V 220 hk

 

 

 

0-100 km/t : 8.2 sek.

 

 

 

Bensinnýtsla: 8.8 km/l

 

 

 

Dekkstødd: 225/50 VR-16

 

 

 

Stødd og vekt:

 

Longd 481 cm

 

Breidd 180 cm

 

Hædd 145 cm

 

Eginvekt 1625 kg

 

Viðførisrúm 515 litrar

 

 

 

Søluumboð:

 

Reyni Service

 

Vegurin langi

 

FO-100 Tórshavn

 

Tlf. 313040