Ólevnaðurin heldur fram

Poppdrongurin Jenis av Rana er farin at reka atkvøðuveiðu við partabrøvunum í Føroya Banka. Hetta er á leið mest ónæriliga uppskot, ið sett er fram seinastu 15 árini

Orsøkin til at Jenis av Rana yvirhøvur hevur nakað sum helst at siga yvir partabrøvunum í Føroya Banka er hon, at vit her á landi eitt tíðarbil seinast í seinastu øld vóru nøgd við, at ein flokkur av tápilingum stýrdu okkara landi. Tað endaði sjálvandi, sum slíkt altíð endar. Samfelagið fór í knús. Og so hendi tað ófatiliga. Í staðin fyri at gera uppreistur, so borgaðu vit politikkararnar snikkaleysar burturúr teirra dugnaloysi, manglandi skynsemi og fráverandi etikki, uttan at krevja teir til svars.

 

Vit hildu enntá fram at velja sama slagi aftur og tá peningur aftur var tøkur, lyftu teir sínar egnu inntøkur og umstøður, uttan so mikið sum at skeita eftir samfelagstørvinum.

 

Men pressan elskar teir, tí teir duga at fóta sær á øllum landsins gyklarapallum, og har verður ikki spurt um tilvitsku, ábyrgd ella innlit, har ræður eina um, at fáa fólkið at stuttleika sær og flenna, so tey gloyma gerandisdagin.

 

Hasi partabrøvini sum Jenis av Rana nú ætlar at skvatla burtur sum valagn, umboða ein part av tí peningi, sum var rændur frá samfelagsbygging til í staðin at fjala útyvir óráðini, ið dárarnir á tingi høvdu tikið sær fyri.

 

Vit skylda okkara eftirkomarum at seta gongd aftur á menningina, sum varð steðgað. Her mangla skúlar fyri fleiri milliardir, vit hava ikki ráð til sjúk og gomul, dement fólk reika óhjálpin um geilar og tún, stutt sagt, alt tað ið skal menna livikorini varð offrað tá og verður at vísa seg enn gleðiliga offrað fyri at politikkarin støðugt skal kunna dusa sær í gyklaratilveru síni.