Ungdómsvirksemið, sum farið varð undir í Hoyvík í vár, heldur fram í heyst og tað fegnast Jógvan Arge formaður í mentamálanevnd Tórshavnar Býráð og Levi Mørk, leiðari, um Hálvan mars var sum eina roynd farið undir tilboð til ungdóm í smábarnaskúlanum við Hoyvíkar skúla. Har hevur verið opið við ymiskum áhugaverdrum tilboðum til tey ungu mánakvøld og leygarkvøld.
Undirtøkan hevur verið sera stór. Áleið 100 ung í aldrinum 13 til 18 ár hava vitjað hvørt kvøld. Bæði ung og foreldur í Hoyvík hava verið sera fegin um tiltakið og hava vónað, at tað heldur fram eftir summarfrítíðina.
Mentamálanevndin hjá býráðnum hevur á fundi mikudagin gjørt av at játta 130.000 krónur til framhald av hesum neyðuga ungdómsvirksemi í Hoyvík eftir summarfrítíðina.
Tað er frítíðarskúlin í Hoyvík, sum stendur fyri hesum tilboðnum.
Levi Mørk, leiðari fyri ungdómshúsið, sigur, at tá ið tey byrja aftur í september, er ætlanin at hava diskotek eina ferð um mánaðin, tá ið vit byrja aftur.
Umhugsað verður eisini at býta aldursbólkarnar meiri sundur.
- Vit fara eisini at gera ymiskar reglar fyri teimun ungu og ein limalista. Vit hava eitt rúsfrítt umhvørvi og gera eitt fyribyrgjandi arbeiði við ungdómshúsinum og vit eru jú her fyri at fyribyrgja at herverk og annað ikki hóskandi atburður ikki henda, sigur Levi Mørk