Teir báðir føroysku Racerunning íðkararnir, Levi Hanusarson og Martin Johannessen, hava seinastu vikuna verið í Danmark, har teir vegna Parasport Føroyar, saman viđ venjaranum, Gunnari Sivertsen, hava umboðað Føroyar í RaceRunners Camp & Cup á Fredriksberg í Danmark.
Tað gekk framúr væl hjá Levi Hanusarson, sum kom aftur við tveimum gullheiðursmerkjum og einum silvurheiðursmerki. Tað gekk ikki eftir ætlan hjá Martini Johannessen, sum tó kann halda høvdið høgt, tí umstøðurnar gjørdu at tað var flott at klára á mál.
- Fyri mítt viðkomandi gekk kanska ikki sum ætlað, tí eg bleiv skaddur. Men eg eri stoltur av, at eg á serliga 400 metrum stríddi meg á mál, hóast nógva pínu, sigur Martin Johannesen, sum letur væl at makkaranum.
- Levi gjørdi eitt hál við tveimum gull og einum silvuri í trimum teinum. Eg eri heilt ótrúliga stoltur av honum, sigur Martin Johannesen og leggur afturat:
- Hetta er meiri enn góðkent. Í morgin ferðast vit heim aftur til Føroya við høvdinum høgt. Sjálvur komi eg sterkt aftur komandi ár, sigur Martin Johannesen at enda.
Niðanfyri síggjast myndir frá kappingini.










