31 ára gamli porkeriningurin Levi Jason Bech hevur verið eftirlýstur í Danmark, tí eingin hevði sæð hann síðan fríggjamorgunin. Nú er hann tíbetur funnin í Kerteminde, einar 150 kilometrar frá hansara bústaði í Ribe.
- Takk fyri allar áheitanirnar. Nógvir ørkymlaðir borgarar hava vent sær til okkara. Borgarar, miðlarnir og familjan hava verið til stóra hjálp. Takk, skrivar danska løgreglan.











