Fróðskaparsetrið
Tjóðveldi raðfestir hægri útbúgving ógvuliga høgt; lat tað vera greitt. Vit vilja hava síðsta lið í eini útbúgving at vera í Føroyum, oftast til ber. Tað er jú mangan soleiðis, at tá hægri lesturin er liðugur, hava hesi lesandi fingið børn, sum møguliga ganga í barnagarði ella eru farin í skúla; og tá er trupult at loysa røturnar hjá familjuni og flyta heim aftur til Føroya. Tað er júst tí, at tað er týdningarmikið at kunna nema sær so nógvar hægri útbúgvingar í Føroyum sum gjørligt.
Tá hetta er sagt, er tað ikki minni týdningarmikið, at vit hugsa um hvørjar útbúgvingar vit hava tørv á í Føroyum - hvørjar útbúgvingar kunnu nýtast í vinnuni og í tí almenna í Føroyum.
Lestrargrundin og almenn vitan
Tann grundin, sum Fróðskaparsetrið byggir á, er samansett av fólka- og miðnámsskúlunum. Um henda grund er veik, nyttar lítið at byggja glæsiligan skúla omaná. Tað er bráneyðugt at virka fyri, at børn í fólkaskúlanum, sum eru orðblind ella lesiveik, fáa hjálp tíðliga. Sum lærari á Tekniska skúla í Havn (TST) síggi eg í hvørjum árgangi uml. 20 næmingar, sum stríðast fyri at klára seg í føroyskum, enskum og støddfrøði; fleiri gevast, og tað haldi eg er samfelagssvik av ringasta slagi. Ímynda tær ikki at duga at lesa og rokna. Hetta má bøtast uppá beinanvegin við serkønari hjálp til næmingarnar.
Almenna vitanin, sum er okkara sorteringsanlegg – hjálpir okkum at skilja sosial og eksistensiel viðurskifti, t.d. hvat er sannlíkt, skilagott og virðiligt – er eisini ov vánalig hjá nógvum ungum. Aftur har mugu vit leita aftur til fólkaskúlan. Tá mest sum allir næmingarnir í flokkunum á TST ikki kenna definitiónina av orðinum “samhaldsfesti”, “forberg” og aldrin hava hoyrt um Enniberg og Beinisvørð, ella um fólkaatkvøðuna í 1946 og Klaksvíksstríðið, so manglar nakað grundleggjandi – hatta eru bert fá dømi av mongum. Almenn vitan er ikki bert fyri at klára seg væl í spurnarkappingum, tað er okkara albúgving, sum ger okkum før fyri at virka væl í øllum høpum í samfelagnum. Fólk við breiðari og stinnari vitan eru eisini sjálvsikkur, hava áræði og góðar fortreytir fyri einum eydnuríkum lívi.
Tað er m.a. uppgávan hjá fólka- og miðnámsskúlunum, at búgva okkara ungdóm til vaksna lívið og hava bæði fakliga barlast eins og gott sjálvsálit til víðari lestur, arbeiði og tað, sum samfelagið kann finna upp á at borðreiða við. Og tí má ikki skerjast í grundini fyri at fíggja yvirbygningin. Tvørturímóti, vit skulu menna bæði fólka- og miðnámsskúlarnar eins og Fróðskaparsetrið, tí lærustovnarnir eru lið í somu ketu.