Seinastu vikurnar hava lesarar hjá Sosialinum sent inn uppskot um, hvør teir halda eigur at gerast ársins føroyingum.
Avgerðin er tikin og verður kunngjørd í Sosialinum, sum kemur á gøtuna seinnapartin í dag og sum verður at fáa í leysasølu kring landið og borin haldarum í dag.
Í fjør var tað Øssur Berghamar, kendur úr Kristnastovu í Keypmannahavn, sum varð kosin Ársins Føroyingur.