Lesandi í Keypmannahavn fylgja valinum

Valkvøldið - 15. september - bjóðar MFS í Keypmannahavn til eitt fólkatings-kafe kvøld í Føroyingahúsinum, har fylgt verður bæði við tí føroyska og tí danska valinum.

 

Føroyska valið verður víst á stórskíggja. MFS fer at hava sjónvarpið hjá Kringvarpinum frá í Føroyingahúsinum.

 

Haraftrat verður fylgt við í danska valdegnum.

 

Fyrireikarar boða frá, at ymisk valspøl verða á skránni.

 

Tiltakið byrja kl. 19:00 og heldur áfram til úrslitið er komið.