Fleiri lesandi, sum eru heima um jólini, nýta høvið at lesa og gera uppgávur í Íverksetanarhúsinum í Klaksvík. Til ber rættiliga lagaliga at leiga sær góð lestrarhøli við góðum netsambandi.
Tá ið við spurdu Deirdre Hansen á Íverksetanarhúsinum, segði hon, at eini átta - tíggju lesandi, sum eru heima nú um jólini, hava biðið sær innivist. Fleiri teirra sita har í heilar dagar og sjálvandi uppstendur eitt nýtt netverk teirra millum - Hvat lesur tú? Hvat gert tú? Hvussu býrt tú? Hvørjar ætlanir hevur tú um at flyta heim? og fleiri líknandi spurningar verða havdir á lofti millum tey lesandi, sum eru her.
Ein, sum lesur til sosialráðgeva, lesur til eksamiu eftir nýggjár og vónar at kunna avgreiða eksamiu sína umvegis Skype, so ikki nýtist at fara til Danmarkar. Hetta er roynt áður og ber væl til at skipa fyri higani av Íverksetanarhúsinum, leggur Deirdre Hansen afturat, ið er knýtt at Fjarnám hjá Íverksetarahúsinum sum yrkis- og lestrarvegleiðari.
Orð og myndir: Dávur Winther










