Lesa alt Jóhannesarevangeliið í Gøtu kirkju

Í annaðkvøld klokkan 19 verður eitt øðrvísi tiltak í Gøtu kirkju, tá ið alt Jóhannesarevangeliið verður lisið upp í kirkjuni

– Í okkara virksemi, bæði í kirkju og missión, er tað sjáldan, at vit hoyra lang brot úr Bíbliuni. Vit hoyra epistul- og evangeliutekstin, sum vanliga eru umleið 10 til 15 vers hvørt. Men tað er sjáldan, at vit fáa alla heildina við. Ætlanin við hesum tiltakinum er, at fólk kunnu sita í friði og fáa allan heildina við av eini bíbilskari bók, sigur Ovi Brim, sóknarprestur.

Jóhannesarevangeliið líkist burturúr hinum trimum evangeliinum. Ovi Brim fer at byrja við at siga stutt frá um ápostulin og hansara evangeliið, áðrenn allir teir 21 kapitlarnir verða lisnir upp frá einum enda í annan.  

Tað eru tríggir lesarar, sum hava fingið sjey kapittlar hvør at lesa. Tað verða tveir steðgir í, og tiltakið er væntandi liðugt um tíggju-tíðina.

Í september var eitt líknandi tiltak í eini av hinum kirkjunum í Nes prestagjaldi, tá ið Markusarevangeliið varð lisið í Fríðrikskirkjuni á Toftum.