Les Sosialin kring allan knøttin

NÝTT: Nú kann Sosialurin keypast kring allan heimin. Blaðið kemur nú út sum »e-blað« og kann keypast á http://sosialurin.e-pages.dk

Fyribils ber bert til at keypa blaðið uttan fyri Føroyar. Talan er um somu útgávuna, sum verður prentað. Blaðið kann lesast í fullum líki á netinum, har tað eisini ber til at leita í tekstinum. Skipanin er tøk nú, men seinni í vetur fara allar útgávurnar síðani 1. januar ár 2000 at liggja í skipanini, og tað ber til at leita í tekstinum í øllum útgávum - talan er tá um áleið 2.700 útgávur av Sosialinum.

Hetta er fyrst og fremst ein tænasta til føroyingar uttanlands, sum ikki hava møguleika at keypa prentaða blaðið. Fyrr vóru fleiri fólk uttanlands, sum hildu føroysku bløðini, men hesum er tíðin farin frá, bæði tí at tað tekur ov langa tíð, til bløðini koma fram, og so er tað vorðið alt ov dýrt í postflutningi.

InternetSosialurin hevur verið tøkur síðani september 1997, men har verður bert teksturin úr blaðnum lagdur út. E-blaðið hjá Sosialinum er tað sama sum tað prentaða blaðið, og júst sama útgáva, sum fer til prent, verður løgd í hesa skipanina, sum kann lesast í flash.

Endamálið er at røkka øllum føroyingum, hvar í heiminum teir eru staddir. Við hesum eru allar tænasturnar hjá Miðlahúsinum digitalar og kunnu røkkast um internetið.

e-blaðið hjá Sosialinum kann keypast á slóðini http://sosialurin.e-pages.dk