Tað er gott at vera liðugur og merkja møguleikans kenslur. Tað er spennandi at fara burtur og lesa og at uppliva fremmandar mentanir, men hevur tú hugsað um, at tað eru nógvir fyrimunir at byrja at lesa í Føroyum ella kanska taka alla útbúgvingina her?
Á Fróðskaparsetrinum er nógvir møguleikar, og her fært tú fyrimunir, sum tú ikki fært uttanlands. Á Fróðskaparsetrinum kanst tú uppliva okkara yðjandi umhvørvi og samfelag – alt við kønari vegleiðing frá føroyskum serfrøðingum og altjóða viðurkendum granskarum.
Her ert tú vælkomin at byrja tín lestur og at fyrireika teg til tína framtíð. Í Miðlahúsinum mikukvøldið fært tú meira at vita um universitetsútbúgvingar í Føroyum.
Les meira um tiltakið á HYPERLINK "http://www.setur.fo" www.setur.fo