Ein gittar, sum The Beatles brúkti í filminum Magical Mystery Tour í 1967, varð um vikuskiftið seld á uppboði í New York.
Mett var, at gittarin hevði eitt virði millum 1,1 og 1,7 milliónir krónur, men tá ið hamarin fall, var boðið 2,4 milliónir krónur, skrivar BBC.
Bæði John Lennon og George Harrison høvdu brúkt gittaran í filminum. Tað var Vox sum í 1966 framleiddi hendan ljóðføri, og eftir filmsupptøkurnar í 1967 gav John Lennon einum av sínum vinmonnum gittaran.
Ein ónevndur amerikumaður keypti gittaran á uppboðnum leygardagin.









