Lene Siel fekk føroyingar at smílast

Leygarkvøldið sang danska sangkvinnan Lene Siel í Norðurlandahúsinum. Og væl eydnaðist. Lene Siel megnaði at fáa tann annars ofta so stirvna føroyska áskoðaran at smílast

Leygarkvøldið sang kenda danska sangkvinnan Lene Siel í Norðurlandahúsinum. Hóast ikki var lýst stórvegis frammanundan, so gingu atgongumerkini sum heitt breyð. Neyðugt varð at flyta konsertina úr Kringluni og inn í stóra salin. Soleiðis gjørdist rúm fyri um 150 til 200 fleiri áhoyrarum.

Lene Siel er kend fyri sínar vøkru sangir og vøkru rødd. Ofta er talan um kend løg, sum eru flutt úr enskum yvir í danskan búna. Føroyingar kenna eisini Lene Siel frá brúdleypinum hjá Joachim og Alexandru, har hon framførdi og hetta var at síggja í sjónvarpinum.

Lene Siel hevur sungið saman við nógvum av heimsins kendastu sangarum og tónleikarum. Nevnast kunnu John Denver, Tommy Körberg og panfloytuúrmælingurin Gheorghe Zamfir.

Hon hevur givið út fleiri fløgur, síðani hon kom fram fyri okkurt um 10 árum síðani.


Kendu ikki

nógv til Lene Siel

? Tað einasta eg kenni til Lene Siel er, ein sjónvarpslýsing frá TV3, segði ein harðmæltur eysturoyngur, og tað kundi undirritaði taka undir við.

Tá stóripinnur var farin av sekstalinum kom stjórin í Norðurlandahúsinum og bjóðaði vælkomin. Síðani komu tónleikararnir inná pallin, klaverið, celloin og violinin fóru í gongd. Tað fór sum eitt sús gjønnum salin, tá ið henda trio byrjaði at spæla, ljóðið var fantastiskt og tað fylti so nógv, at ein kundi trúð, at tað var eitt stórt orkestur sum spældi. Her var einki ivamál, tónleikarar í heimsklassa. So kom sangfuglurin Lene Siel inn á pallin, smílandi og væluppløgd. Hon greiddi frá, at hon var fødd og uppvaksin í Jyllandi. Sum barn sang og tosaði hon nógv og fyri at fáa hana at tiga, góvu fólk henni eina fimmkrónu. Um onkur bleiv troyttur av at hoyra hana syngja, so kundu áhoyrararnir bara kasta eina fimmkrónu á pallin, so skuldi hon nokk tiga, segði Lene Siel. Tað kom eingin fimmkróna á pallin, tí Lene sang fantastiskt, og áhoyrararnir vóru komnir fyri at hoyra hana syngja.


Sang nógvar

kendar sangir

Skráin hjá Lene Siel var sera fjølbroytt. Hon sang danskar fosurlandssangir, sangir hjá Kim Larsen, The Eagels, The Rose hjá Betty Midler, o.s. fr.

Hon endaði konsertina við at syngja temaið úr tí kendu sjónvarpsrøðini Tornfuglarnir, hetta lagið var eisini á hennara fyrstu fløgu. Henda sangin sang hon sera vakurt, og allur salurin sat í andakt og lurtaði eftir hesum hvíta sangfugli. Ein sera vakur endi á einari flottari konsert, har sangurin var sera góður, og teir tríggir tónleikararnir, Lena á violin, Anders á cello og Svend á klaver, settu sín dám á konsertina við sera góðum spæli.


Vildu hoyra meira

Áhoyrararnir, sum vóru komnir niðan í Norðurlandahúsið leygarkvøldið, vildu hoyra meira til Lenu Siel. Teir klappaðu hana uppaftur, og tað segði hon, at hon var sera glað fyri tað, tí hon vildi fegin syngja ein sang, sum hevði havt stóran týdning í lívi hennara. Tað var sangurin Perhaps Love, sum hon á fløgu sang saman við John Denver, sum ikki fyri so langari tíð síðani andaðist í eini flogvanlukku. Hetta kláraði hon meistaraliga og áhoyrararnir vóru á gosi. Øll í salinum reistu seg upp, fyri at fagna henni við lógvabrestum, og tann hvíti sangeingilin táraði og takkaði fyri.

Hon vildi enda vi sanginum hjá Kim Larsen »Om lidt bliver her stille« og tá sangurin var liðugur, gingu 400 vælnøgdir áhoyrarar út í kuldan, har himmalin var sera vakur og stjørnurnar glitraðu.