Lene Espersen farin frá

Lene Espersen kunngjørdi fyri løtu síðani, at hon fer frá sum formaður í Konservativa Fólkaflokkinum. Avgerðina tók hon, eftir at tað fyrr í dag gjørdist greitt, at hon ikki hevði undirtøku í fólkatingsbólkinum hjá flokkinum longur.

Tað er ikki greitt, hvør skal taka við eftir Lene Espersen, men alt bendir á, at tað verður Lars Barfoed, løgmálaráðharri. Ta avgerðina fer tingbólkurin at taka á fundi í morgin.

Skipanin hjá Konservativa Fólkaflokkinum er, at tingbólkurin velur tann politiska leiðaran, men at ársfundur floksins velur floksformannin. Tí kann tingbólkurin ikki velja nýggjan formann fyri Lene Espersen, men politiska leiðaran.

Lene Espersen segði á tíðindafundinum, at Konservativi Fólkaflokkurin er í einari álvarssamari kreppu. Kreppan byrjaði fyri tíggju mánaðum síðani, og meiningakanningarnar í seinastuni hava givið flokkinum støðugt minni og minni undirtøku.

Lene Espersen heldur fram sum uttanríkisráðharri.