Jan Müller
Roger Jansson kom til Føroya týsdagin. Hann fer avstaðaftur í morgin. Á ferð síni í Føroyum fer álendski løgmaðurin at hitta umboð fyri almennar myndugleikar, stovnar og vinnulív.
Týsdagin hitti álendski løgmaður Anfinn Kallsberg, løgmann og umboð fyri landsstýrið. Fyrrakvøldið var samkoma í Kirkjubø, har hjúnini Páll og Sólvá Patursson tóku ímóti.
Í gjár vórðu vitjaðar vinnulívsfyritøkur. Vitjað varð á Havsbrún, Vónini, Tøting og Bakkafrost.
Gøtu kirkja og fornminnissavnið í Gøtu eru eisini á skránni, eins og døgurði í Stokkastovuni.
Í gjár varð vitjað á oljufyrisitingin, har Eyðun Elttør, landsstýrismaður tók ímóti. Síðani vitjaði álendski løgmaðurin løgtingið, Fornminnissavnið og Listaskálan.