Álendsk konsert í Atlantis

Fríggjakvøldið 4. apríl kl. 20 fer álenski bólkurin Skrå at halda konsert í Atlantis í Klaksvík. Álendski bólkurin, sum higartil hevur givið tvær fløgur út, varð settur á stovn í 2003. Hann hevur seinastu árini verið sera virkin í Álandi, umframt at limirnir eisini hava verið í Svøríki, Finnlandi, Russlandi og Føroyum og hildið konsertir, sum hava fingið góð ummæli.

 

Manningin telur fýra ungar mans: Alexander (percussion), Andreas (violin), John (violin) og Jochum (gittar).