Lena vitjar aftur mentanarhúsið Atlantis

Leygarkvøldið 13. desember fer Lena Anderssen at hava konsert í hugnaliga Atlantis.

Lena Anderssen hevur síðani hon spældi fyri fullsettum Atlantis í november í fjør verið sera virkin við sínum tónleiki.

 

Árskiftið 2007/08 byrjaði og endaði við, at fløgan ?Let Your Scars Dance? varð vald ?Ársins Fløga? - fyrst á Planet Awards og seinni góvu lesararnir hjá Dimmalætting fløguni sama heiður.

 

Í ár hevur Lena spælt fitt av konsertum í Føroyum. Hon hevur luttikið á G! Mini, Futt í Býin og eisini á Summarfestivalinum.

 

Í útheiminum hevur verið boð eftir føroysku songkvinnuni, ið eitt nú luttók á danska Spot festivalinum í Århus og Nordic Music Week í Stavanger, har hon skrivaði og framførdi løg saman við øðrum sangskrivarum úr Norðurlondum og Evropa. Afturat konsertum í summar í Danmark, Belgia og Írlandi fekk Lena tann stóra heiður at syngja fyri Haakuni krúnprinsi úr Noregi, tá hon sum einasta útlendska navn varð boðin við til setanarkonsertina av stóra ONS oljutiltakinum í Noregi í august.

 

Í oktober kom fløgan ?Let Your Scars Dance? út í Danmark og konsertferð verður á skránni har í 2009. Lena fer m.a. at hava live konsert á donsku sjónvarpsrásini DK4 í februar. Eisini verður í løtuni arbeitt við at fáa tónleikin fram í USA, har føroyska songkvinnan hevur gjørt avtalu um samstarv og útgávu komandi ár í Norðuramerika.

 

Til konsertina í Atlantis verður talan um eina inniliga konsert, har Lena - saman við Niclasi Johannesen - fer at framføra egin løg. Nú jólini nærkast í hvørjum fer tað helst eisini at seta sín dám á konsertina.