Lena verður givin út í Danmark

Í september mánaði verður fløga við Lenu Anderssen givin út í Danmark. Hetta er ein liður í arbeiðnum hjá henni at vinna fram uttanlands

Seinastu vikurnar hevur Lena Anderssen havt fleiri framførslur í Danmark, og í kvøld skal hon spæla fyri sløkum 8000 fólkum í Horsens, har hon hitar upp fyri bretska stjørnubólkin Roxy Music.
Í september mánaði kunnu danir eisini keypa tónleik hjá Lenu á fløgu, tí tá kemur fyrsta útgávan hjá Lenu Anderssen út niðri. Framførslurnar og fløguútgávan er ein liður í arbeiðnum hjá Lenu at vinna fram uttanlands.
Enski umboðsmaðurin hjá Lenu, Richard Ogden, hevur seinastu mánaðirnar arbeitt við at fáa Lenu fram í Norðurlondum, og hetta arbeiðið er av álvara farið at geva úrslit.
Á fløguni hjá Lenu, sum kemur út í Danmark, verða lutvíst sangir, sum komu út á seinastu útgávu hennara í Føroyum. Afturat teimum sangunum verða eisini aðrir sangir hjá Lenu.