Lena Anderssen fer á pall í Keypmannahavn í kvøld, talan er um eina hugnaliga kafé konsert í Kulkafeen í Teglgårdsstræde 5.
Konsertin verður akkustisk og óivað hugnallig. Tað kostar einki at sleppa inn á konsertina, ið kann gerast rættiliga spennandi. Lena og Niclas eru um at vera komin á mál við ljóðblandinum av komandi fløguni hjá Lenu. Aftur hesaferð hava tey samstarvað við Óla Poulsen, ið eisini hevur ljóðblandað hinar báðu fyrru fløgurnar hjá Lenu. So tað er ikki óhugsandi at rættiliga fitt av nýggjum løgum vera á skránni.
Konsertin byrjar kl. 20.30 danska tíð.